Oljupallurin avloysir føroyska bátin

Symbolikkinum bagir einki, nú Náttúrugripasavnið letur upp nýggja og áhugaverda framsýning um olju og jarðfrøði í gamla bátaneystinum á Debesartrøð. Har føroyski báturin fyrr minti okkum á eina lutvíst farna og søguliga tíð, sum varð grundarlagið undir tilveruni her á landi, hevur nú boripallurin tikið yvir ella loyst bátin av og umboðar harvið nýggju tíðina, sum eftir øllum at døma stendur fyri framman ? ein føroysk oljuvinnu.

Olja og jarðfrøði
312
Tað hevði frøtt Jóannes Rasmussen, sála at kunna verið hjástæddur, tá nýggja framsýningin uim oljuleiting letur upp í gamla bátaneystinum leygardagin. Her dvaldist okkara frægi jarðfrøðingur alt sítt lív, og var nettupp vónin og útlitini fyri olju í undirgrundini nakað, sum eisini hann hevði stóran áhuga fyri. Tað sæst so aftur í greinasamrøðum, sum eru við á framsýningini.

Nýggja framsýningin, sum er ein serframsýning um oljuleiting í Føroyum, letur upp alment leygardagin klokkan 16. Klokkan 15 verður hátíðarhald fyri innbodnum, har stjórin á Jarðfrøðissavninum, Martin Heinesen, fer at seta framsýningina.

Nógv orka løgd í
Tey hava arbeitt við hesi framsýningini í eina tíð. Nógv og góð orka er løgd í tilrættarleggingina, og nú framsýningin er um at verða heilt liðug, gongur sjón fyri søgn: nógv er komið burturúr. He kanst tú brúka nógvar tímar til at uppliva og innliva teg í eina heilt nýggja verð, sum kortini stendur beint í durunum.

Tær báðar, Anette Jægerup, kunningarvørur og Jonhild Johannesen, arkitektur hava saman við leiðaranum á kunningardeildini hjá Náttúrugripasavninum, Lis Mortensen, sett saman eina framsýning, sum kemur í tøkum tíma, júst nú bíðað verður í spenningi eftir, at oljufeløgini skulu finna olju í føroysku undirgrundini.

Lis Hammer, sum er útbúgvin geografur, vónar, at tey við hesi framsýningini kunnu avmystifisera nakað av tí, sum verður tengt at tí stóru oljuvinnuni. Ynski teirra er at kunna geva føroyingum og fyri tað eisini fremmandagestum eina greiða og náttúrliga mynd av ikki bert øllum tí, sum er farið fram, síðani skjøtil varð settur á oljutilgongdina serstakliga frá fyrst í 90-unum, men eisini av oljuverðini sum so tvs. bæði tøkniliga, søguliga og umhvørvisliga. Eitt nú verður undir partinum ?Olja og vald? greitt frá teimum Sjey systrunum, tvs. oljufeløginum, ið løgdu lunnar undir allan oljuútviklingin frá byrjan. Har er ein partur um OPEC, har eru kut úr blaðgreinum gjøgnum tíðina, har er oljupallur í ministødd, har eru grótprøvar og borihøvd.

Jonhild Johannesen, arkitektur hevur havt uppgávuna at geva frmsýningina skap og form. Hon sigur, at hetta hevur verið ein sera áhugaverd uppgáva og heldur hon eisini úrslitið er gott. Tað hevur eydnast at skapa eitt gott og spennandi umhvørvi, har fólk lætt og skjótt kunnu fáa innlit í eitt annars stórt og fremmant evni.

Kunningarvørur
Anette Jægerup varð sett í starv á Jarðfrøðissavninum 1. januar í ár sum kunningarvørur. Uppgáva hennara er at formidla tað, sum fer fram á Jarðfrøðissavninum og vitanina um Føroya jarðfrøði. Hon hevur stóran part av tíðina arbeitt við hesi framsýningini og heldur annars nýggja arbeiðið vera sera spennandi og avbjóðandi. Tað er so nakað nýtt fyri hana at skula kunna um jarðfrøði og olju á einum museum.

Jarðfrøðissavnið er pliktað til at kunna um tað stovnurin fæst við eitt nú gjøgnum Náttúrugripasavnið á Debesartrøð, tað vit kenna sum gamla bátaneystið. Framsýningin, sum er sett upp, er eitt nú ætlað mongu skúlanæmingunum kring landið og annars øllum teimum, sum vilja hava innlit í hesa annars fremmandu og loyniligu verðina sum undirgrundin og tað hon fjalir er.

Anette Jægerup hevur útbúgving sum kulturgeografur við jarðfrøði sum hjágrein. Hon hevur undirvíst í studentaskúla í Danmark í geografi seinastu 20 árini og har serliga í jarðfrøði, sum stórur áhugi er fyri. Hon hevur so eisini royndir í at kunna um jarðfrøðiligt tilfar og gera tað áhugavert. Og tað henda hennara bakgrund, sum nú skal koma føroyingum til góða. Hon skal so eisini taka sær av undirvísing í samstarvi við Fróðskaparsetri.

Martin Heinesen, leiðari á Jarðfrøðissavninum sigur, at teir sum nakað nýtt valdu at seta fólk til hesa uppgávuna. Tey hava í longri tíð ikki havt orku til at gera nokk við kunningina og her serstakliga framsýningarnar. Har er nógv at gera. Stovnurin er nýggjur og er ein kunningardeild partur av hesum.