Í kvøld verður fyrsta fjórðingsfinalan í Champions League, sum er millum Paris Saint Germain og Atalanta. PSG er ríkað upp við oljupengum úr Katar og hevur fleiri heimsstjørnur á liðnum, meðan Atalanta má spæla sínar Champions League heimadystir á San Siro í Milano, tí heimavøllurin lýkur ikki krøvini hjá UEFA. Hetta er dysturin millum liðið úr mótahøvðusstaðnum móti italska útjaðaranum.
PSG hevur Neymar tøkan at ganga á odda, men tað er ivasamt um Kylian Mbappé verður klárur. Franski heimsmeistarin fekk eina ógvusligan takling í dysti síðast í juli. Angel Di Maria hevur leikbann og italski stríðsmaðurin á miðjuni, Marco Verratti, er skaddur.
##med2##
Atalanta er nýggja stjørnuskotið í evropesiskum fótbólti. Hetta er ein lið, sum spælir við fullari og skorar nógv mál. Fíggjarætlanin røkkur ikki langt í mun til mótstøðuliðið, men felagið ger nógv ítróttarligt rætt. Atalanta verður uttan málverjan Pierluigi Gollini.
##med3##
Champions League endaspælið er skipað eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu ár. Talan er bara um ein dyst fyri hvørja uppgerð og teir verða allir spældir í Portugal. Komandi fýra dagarnar verða fjórðingsfinalurnar.
Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)
Atalanta - PSG
RB Leipzig vs Atletico Madrid
FC Barcelona – Bayern Munchen
Manchester City – Lyon
Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)
Manchester City/Lyon - Barcelona/Bayern Munich
RB Leipzig/Atletico Madrid – Atalanta/Paris Saint-Germain