Amerikanska oljufelagið Chevron er dømt til at rinda meiri enn 40 milliardir krónur í endurgjaldi fyri skaða, sum oljuvinna hjá felagnum hevur gjørt á umhvørvið í Amazonas- økinum í Ekvador.
Avgerðin fall í einum rætti í býnum Lago Agrio í gjár, men Chevron sigur dómin vera ólógligan, og at hann verður lagdur fyri ein hægri rætt.
Tey, sum krevja endurgjald frá amerikanska oljufelagnum, kravdu upprunaliga knappar 150 milliardir krónur.
Saksøkjararnir halda uppá, at oljufelagið Texaco brúkti ólógliga framferð, tá felagið boraði eftir olju í Amazonas-økinum í 1970-unum og 1980-unum. Chevron keypti Texaco í 2001.
Altjóða oljuvinnan hevur fylgt væl við rættarmálinum í Ekvador, tí fleiri vænta, at tann endaligi dómurin í hesum málinum kann leggja lunnar undir líknandi mál aðrastaðni í heiminum.










