Oljufelag fer at fáa sær vindmyllur

Eru umstøðurnar í lagi, ætlar Shell í Danmark at gera eina sokallaða vindmyllulund á sjónum.

Shell, sum vanliga fæst við olju og gass, ætlar sær nú eisini at royna seg á vindmylluøkinum.

Stjórin í Shell í Danmark, Lars E. Clausen, sigur við Jyllandspostin, at felagið ætlar at liggja framvið at fáa loyvi at byggja eina sokallaða vindmyllulund á sjónum. Fyrimyndin er tann stóra vindmyllulundin úti fyri Esbjerg. Har eru 80 stórar vindmyllur.

Donsku myndugleikarnir hava gjørt av at byggja eina vindmyllulund aftur at teirri í Norðsjónum. Hon verður kanska eisini uttan fyri Esbjerg, men onnur støð hava eisini verið nevnd.