Av og á hoyra vit søgur um oljudálkingar á landi, og ofta verður staðfest, at dálkingin stavar frá leka av gomlum oljutangum. Hesir oljutangar áttu at verið skiftir fyri langari tíð síðani.
Hundraðtals litrar av olju, sum leka úr gomlum oljutangum, enda í lendinum og kunnu seyra niður í kloakkirnar. Hesir lekar úr gomlum oljutangum gera stóran skaða, bæði á umhvørvið og á privatognir og bygningar í grannaløgum, har ein sovorðin skaði hendir.
Vandin við gomlum oljutangum og amparnir av dálkingini skulu takast í størsta álvara. Upptakið er sjálvandi alneyðugt, men tað kann vera kostnaðarmikið, tí í nógvum førum dekkar tryggingin ikki slíkar skaðar.
Í dag er torført at plasera ábyrgdina av hesi dálking og tískil eisini rokningina fyri upptakið. Hendan støðan kann darva arbeiðinum at taka upp eftir ein møguligan skaða, og ein loysn skal finnast. Viðkomandi partar so sum kommunan, tryggingin og landsmyndugleikar skulu saman koma fram til, hvør rætta loysnin er, sum bæði borgarar, náttúran og kommunan kunnu liva við.
Hesum vil eg arbeiða við, verði eg vald í býráðið 8. november.
Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til býráðið