Tjóðveldistingmaðurin í Suðuroynni, Hergeir Nielsen, skal mánadagin svara, um hann ætlar sær at atkvøða saman við samgonguflokkunum ella fyri einum broytingaruppskoti hjá Javnaðarflokkinum í málinum um eina komandi oljuútgerðarhavn. Tingmenn og landsstýrismaður sjálvstýrisfloksins hava biðið um at fáa málið viðvíðkjandi oljuhavnini á samgongufund mánadagin. Teir meta útmeldingarnar hjá tjóðveldistingmonnum at vera so ónøktandi fyri samstarvið í samgonguni, at teir nú vilja hava greitt at vita, um tjóðveldistingmenn ætla sær at atkvøða ímóti uppskotinum hjá landssstýrinum til 1. útbjóðing. -Vit taka tað sum givið, at Hergeir fer at stuðla samgonguni, men vit fara at spyrja hann kortini. Vit halda, at Hergeir Nielsen hevur meira ella minni spælt fríspæl í hesum máli. Vit vita, hvørki hvar hann ella flokkur hansara stendur. Jákup Sverri Kass metir tað vera brot á samstarvið í samgonguni, um tjóðveldismenn atkvøða fyri uppskoti Javnaðarfloksins.
Annars sigur Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum seg vera sera ónøgdan við, at 2. viðgerð av uppskotinum til útbjóðing ikki er komið fyri tingið hesa vikuna. Hann veit ikki, hví tingformaðurin ikki longu hevur sett tað á skránna. Næsti tingfundur er týsdagin, og tá er málið heldur ikki á skránni.
Finnbogi Ísakson, tingformaður sigur við Sosialin, at útbjóðingin kemur fyri tingið mikudagin og verður tað samtykt tá kann tað blíva endaliga samtykt fríggjadagin í næstu viku. Tingformaðurin sigur, at hann vildi ynskt, at tað hevði gingið skjótari at fingið hetta málið avgreitt, og ætlanin var eisini at hava tað fyri fríggjadagin. Men av tí at álitini ikki vórðu løgd fram fyrr enn seint mikudagin og her er talan um stórar broytingar, metti hann tað rætt at at geva tingmonnum longri skotbrá at umhugsa tey. Tingformaðurin vísir annars á, at jólini komu ímilum í hesum máli og tað er ein orsøk til, at tað hevur gingið seinni enn ætlað.
Hann veit annars einki um, at sjálvstýrisflokkurin skal hava biðið um at fáa spurningin um atkvøðugreiðsluna í útbjóðingarmálinum fyri á samgongufundi mánadagin.










