Oljan størsta broytingin nakrantíð fyri Føroyar

Føroysk oljufeløg brúk fyri útlendskum kapitali eisini.

Olaf Olsen heldur tað vera lovandi fyri okkum, nú tá útlendsku serfrøðingarnir eru so vísir í, at olja finst við Føroyar. Finst oljan og tað loysir seg at útvinna hana, so metir Olaf Olsen hetta at verða ta størstu broyting, sum føroyska samfelagið nakrantíð hevur verið fyri. Og tá mugu vit øll gera okkum ómak at royna at fóta okkum í tí og ikki missa ov nógv annað burtur sigur hann.

-Hetta er ein avbjóðing og tá føroyingar hava verið góðir til at taka ímóti avbjóðingum, so vóni eg eisini, at teir fara at vera tað í hesi vinnuni.


Brúk fyri útlendskum kapitali

Nú eitt ávíst orðaskifti hevur tikið seg upp um, hvat er eitt føroyskt felag og hvør er tørvurin á útlendskum kapitali, heldur Olaf Olsen, at bæði tey føroysku oljufeløgini fara at hava brúk fyri heilt nógvum útlendskum pengum. Sjálvur sigur hann, at tað í dag eru fleiri føroyskar fyritøkur, sum hava nokkso fitt av pengum í Føroya Kolvetni, og sum nú eiga 7% av rættindunum í oljuloyvinum. -Vit hava eisini møguleikan at fara uppá 20% í loyvinum, og hetta halda vit vera sera spennandi. Hann vísir á, at tað í framtíðini verður møguleiki hjá fleiri føroyingum at seta pengar í felagið.

Olaf Olsen heldur eisini konseptið, sum hitt føroyska felagið brúkar við bert at hava føroyskan kapital vera áhugavert, men hann metir sjálvur, at felagið fer eisini at hava brúk fyri útlendskum kapitali, serliga um tað skal taka ein størri part av loyvinum. -Sjálvur meti eg annars ikki, at tað er nóg nógv til av føroyskum kapitali til at seta í oljuvinnuna fyri at taka kann blíva nakar stórur partur hjá føroyingum. So vit vera noyddir at vera saman við øðrum.

Olaf Olsen vónar tað besta fyri bæði tey privatu føroysku oljufeløgini. -Tað er føroyskur kapitalur í báðum. Tað er gott, og vónandi verður eisini avgerðarrættur og annað og eisini vinningur til føroysku íleggjararnar.


Sagexfólkini

Uppá fyrispurning hvussu verður við samstarvinum við Sagexfólkini sigur Olaf Olsen, at teir vóru noyddir at taka seg úr samstarvinum eftir fútaforboðið. -Teir fóru út, og so komu aðrir inn, og tí er tað ikki so øgiliga áhugavert, um teir koma aftur ella ikki, tí vit hava fótað okkum uttan teir.

Olaf Olsen váttar, at teimum nýtist ikki at hava Sagex sum ráðgevar í framtíðini, nú teir samstarva við Agip. Hann vísir á, at samstarvið við Sagex óivað er liðugt. Olaf Olsen sigur tó, at teir hava ikki útilokað nakran. Samstarvið við Sagaex var sera gott og fólkini vóru tað eisini. Hvat tað annars kann blíva til at samarbeiði í framtíðini stendur opið sigur nevndarlimurin í Føroya Kolvetni.