Oljan skal rinda skuld

Seinastu tíðina hevur danska stjórnin tingast við Dans Undergrunds Consortium um, at ríkiskassin skal hava ein størri part av vinninginum av oljuni í Norðsjónum.

Tingingarnar verða ætlandi lidnar í næstu viku, men danir skulu ikki vænta, at teir øktu oljupengarnir fara til størri játtanir á fíggjarlógini. Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri, segði við Ritzau í gjár, at stjórnin ætlar sær at nýta pengarnar til at gjalda almenna skuld við, so skuldin kann gjaldast skjótari, enn stjórnin hevði ætlað.

Fleiri danskir politikarar hava annars skotið upp, at tann økta inntøkan av oljuni í Norðsjónum skal nýtast til at økja ymsar játtanir á vælferðarøkinum, men so verður ikki, sigur fíggjarmálaráðharrin. Pengarnir skulu ikki til nýtslu, men til at gjalda skuld, er greiði boðskapur hansara