Tað merkir, at ein litur av bensini hjá Effo nú kostar 15 krónur og 48 oyru.
Diesel kostar 13 krónur og 74 oyru, og gassolja, sum húsarhald nýta, kostar nú 12 krónur og 88 oyru.
Hetta er 26. prísbroyting síðani kríggið hjá Russlandi í Ukraina, sum sigst vera orsøkin til flestu príshækkingar í heiminum.
Mest hevur tað gingið út yvir húsarhaldsoljuna, sum nú er 43,1 prosent dýrari í Føroyum, enn hon var tann 24. februar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Diesel og bátadiesel er dýrkað 41 prosent, meðan benisinið er hækkað 34,1 prosent.
Bara hesar 13 dagarnar, sum farnir eru í hesum mánaðinum er prísurin á olju og bensini hækkaður við millum 8,3 prosentum til 9,6 prosentum. Harðast er tað aftur hendan mánaðin gingið út yvir húsarhaldsoljuna, sum er dýrkað 9,6 prosent í juni.
Oljufeløgini hava ikki loyvi at avtala prísir, tí broyta tey ikki prísirnar samstundis. Men vanliga ganga nakrir tímar ímillum, at hitt oljufelagið tillagar prísin, og tí eru somu príshækkingar væntandi hjá Magn eina fer í dag ella í seinasta lagi á midnátt.
Niðanfyri sæst gongdin í olju- og bensinprísinum í Føroyum síðani 24. februar:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##