Oljan er ein hóttan móti vælferðini

Oljuprísirnir eru ein beinleiðis hóttan móti okkara vinnulívi og vanliga húsarhaldinum, sum eisini líður undir rentuhækkingum, ið gera tað trupult at fáa endarnar av røkka Í røðu síni leygarmorgunin, vísti Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, á príshækkingarnar, sum verið hava.

- Tað er minni og minni hugaligt at fylla neyðsynjarvørur í beriposan, tá vit hava keypt fyri ein hundraðkrónuseðil. Tað er næstan komið so langt, at vit ikki longur hava brúk fyri beriposanum, tí til tað er vøran sjálvandi ov lítil í vavi.

Hann helt, at eitt ítøkiligt hugskot kundi verið at tikið MVG av heilsugóðum matvørum.

- Hetta síggja vit í øðrum evropeiskum londum, legði hann aftrat.

Kaj Leo vísti a, at oljan nú er vorðin so dýr, at hon er ein beinleiðis hóttan ímóti okkara búskapi og vinnulívi.

- Taka vit til dømis fiskiflotan, eru djúpvatnstrolarar, partrolarar og línuskip sera hart rakt av hækkandi oljuprísum. Tað sama er galdandi fyri tað vanliga húsarhaldið, sum fær alsamt fleiri útreiðslur, meðan inntøkurnar ikki vaksa.

Hann segði, at familjur, sum fyri stuttum hava sett búgv, standa fremst fyri, tá talan er um rentuhækkingar, ið gera tað enn meira trupult at fáa endarnar at røkka saman.

- Niðurlagingin av ríkisveitingini var ein skeiv avger. Vit hava ongan fólkavøkstur. Hetta kemst sjálvandi av, at vit enn ikki hava tær vælferðartænastur, sum eitt nú Danmark hevur.

Kaj Leo helt, at niðurlagingin er farin fram í einum misskiltum fullveldisanda síðani 1998.

- Eingin strukturbroyting er gjørd fyri at viga upp móti minkingini í inntøkusíðuni, ei heldur eru nýggir vinnumøguleikar skaptir sum hava givið neyðugu inntøkuøkingina, segði hann.