Seinnapartin tók liðið hjá Óla Mittún og Ísak Vedelsbøl, Sävehof móti Malmö í seinnu áttandapartsfinaluni í svensku steypakappingini.
Sävehof vann fyrru áttandapartsfinaluna á útivølli 36-34 (20-18).
Tað eydnaðist aftur Sävehof at vinna á Malmö í Partille í dag. Sävehof vann dystin 34-30, og sostatt ein samlaðan 70-64 sigur. Sostatt eru teir í Sävehof klárir til fjórðingsfinalurnar.
Óli gjørdist saman við Emil Berlin toppskjútti við sjey málum.
Sävehof vann allar dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum, og hevur nú vunnið báðar áttandapartsfinalurnar. Sävehof hevur sostatt vunnið fimm dystir á rað í svensku steypakappingini.
Í fjórðingsfinalunum verður eisini talan um tveir dystir. Ein á heimavølli og ein á útivølli.