Óli Mittún og liðfelagarnir á landsliðnum fyrireika seg í hesum døgum til EM-undankappingardystin á útivølli móti Kosovo, ið verður leiktur hóskvøldið klokkan 19.15.
Óli, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof endaðu kappingarárið í bestu svensku hondbóltsdeildini við 1-3 tapi fyri Ystad aftaná fýra hálvfinalur.
Óli hevði tó eitt framúr gott kappingarár. Hann er greiður toppskjútti í deildini við 223 málum. Harumframt hevur hann lagt upp til 104 mál. Óli er eisini sambært hagtølunum greitt mest effektivi leikarin í deildini.
Eingin ivi er um, at í Partille fara tey stórliga at sakna Óla nú hann skal royna seg í danska felagnum, GOG.
Her síggjast teir fremstu skjúttarnir í bestu svensku deildini:
##med2##
Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði 86 mál, og legði upp til 35 mál hjá Hallby. Ísak Vedelsbøl skoraði 36 mál, og legði upp til tvey mál hjá Sävehof.