Ísraelski herurin sigur seg í dag hava gjørt høvuðsflogvøllin í Jemen óvirknan, og IDF váttar at hava lopið á Jemen.
Flogvøllurin í høvuðsstaðnum Sana hevur verið eitt av málunum, sum søkt hevur verið at.
IDF, sum er stytting fyri ísraelska herin, sigur seg hava oyðilagt undirstøðukervið hjá houthi-uppreistrarbólkinum kring flogvøllin.
Miðlar, sum standa uppreistrarbólkinum nær, søgdu fyrr í dag, at hernaðarlig álop vóru í gongd móti høvuðsstaðnum.
- Ikki at rýma fer at seta lívið hjá tykkum í váða, skrivaði IDF-talsfólkið, Avichay Adraee, í sosialum miðlum fyri álopið á flogvøllin.
Sambært AFP tíðindastovuni, sum endurgevur houthi-uppreistrarbólkin, hava bæði amerikansk og ísraelsk álop seinastu dagarnar verið á havnarbýin, Hodeida.
- Álopini eru framd sum svar upp á afturvendandi houthi-álop á ísraelska statin, sigur ísraelski herurin.
Um dagarnar sendi houthi-uppreistrarbólkurin eisini rakettir eftir ísraelsku Ben Gurion-floghavnini í Tel Aviv.