Óli og Sävehof vunnu tepran sigur í Malmö

Stongin bjargaði Sävehof ein eittmálssigur beint undan dystarenda

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu í kvøld tepran 26-25 sigur á HK Malmö á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Tá bert fimm sekund vóru eftir av dystinum rakti Fredrik Lindahl hjá HK Malmö stongina við einum dundurskoti, og so kundu Óli og liðfelagarnir fegnast um tvey kærkomin stig.

 

Í steðginum var HK Malmö á odda 17-16.

 

Óli skoraði tvey mál fyri Sävehof í kvøld.

 

Sävehof er nummar trý í deildini við 10 stigum. Kristianstad er greitt oddalið við 16 stigum.

 

Komandi hóskvøld tekur Sävehof móti Lugi á heimavølli.