Í kvøld høvdu Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof sera torføran útidyst móti verandi meistarunum, Ystad.
Tá seks minuttir vóru eftir var Ystad á odda 22-19, men so fór Sävehof í gongd við ein flottan endaspurt.
Tað eydnaðist Sävehof at koma framum 23-22, har Óli við sínum eina máli í kvøld javnaði til 22-22. Tá 58 sekund vóru eftir javnaði Ystad til 23-23. Tá 18 sekund vóru eftir skoraði Pontus Brolin sigursmálið til 24-23, og so kundu Óli og liðfelagarnir stórfegnast um sætta sigurin á rað í bestu svensku deildini.
Sävehof er næstfremst í deildini við 16 stigum, fimm stig frammanfyri Skövde sum hevur 11 stig. Kristianstad er greitt oddalið við 20 stigum.
Leygardagin spælir Sävehof útidyst í Stokkhólmi móti Hammarby.