Óli gjørdist næstbesti málskjúttin í greiðum sigri hjá Sävehof

Sävehof vann í dag fimta sigurin á rað

Óli Mittún skoraði í dag seks mál, og legði sum vant upp til onnur mál fyri Sävehof, ið vann ein greiðan 39-30 sigur á Önnered í dysti í bestu svensku hondbóltsdeildini á heimavølli í Partille.

 

Í steðginum var Sävehof á odda 21-13.

 

Óli gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Sävehof í dag. Sebastian Karlsson gjørdist toppskjútti við átta málum. 

 

Talan var um fimta sigurin á rað hjá Sävehof í bestu deildini.

 

Sävehof er næstfremst í deildini við 14 stigum. Kristianstad er fremst við 18 stigum.

 

Mikukvøldið spælir Sävehof á útivølli móti Ystad.