Á bindikafé á Býarbókasavninum týskvøldið 17. mars, kl. 19.30, fer Ole Wich at tosa um siðvenju og ímyndir í stríðnum um kvinnuliga, føroyska tjóðbúnan.
Tá tosað verður um føroyska tjóðbúnan, verða beinanvegin spurningar havdir á lofti: Hvat kann man? Hvat eigur man, og hvørjar eru siðvenjurnar? Ofta kann hvassligt orðaskifti standast av hesum.
Í veruleikanum er hetta eitt stríð um at definera, hvussu kvinnur eiga at ganga klæddar, tá tær skulu heiðra tjóðina til ymsar hátíðir, samstundis sum tær, hvør í sínum lagi, eisini vilja vera smartar. Hetta orðaskiftið hevur røtur heilt aftur til ár 1900.
Ole Wich vísir á, at við túsundáraskiftið í 2000 fór ein hópur av kvinnum at eksperimentera við tjóðbúnanum. Hvat merkja hesi eksperiment? Hvat snýr stríðið seg um? Og kann siðvenjan í sambandi við kvinnuliga, føroyska tjóðbúnan halda fram uttan at syndrast í øllum hugsandi eksperimentum?
Ole Wich fer at vísa myndir av búnanum frá 1783 og fram til í dag og fer eisini at vísa á, hvussu hann kann setast í samband við ideologiir og virðisstríð, soleiðis at tjóðbúnin verður stríðsvøllur.