Ole Gunnar ónøgdur: Hatta var ikki reytt kort

Liga Cup: Venjarin hjá Manchester United er ónøgdur um útvísingina hjá Nemanja Matic

Manchester United vann í gjár seinnu hálvfinaluna móti Manchester City 1-0, men tapti samanlagt 3-2. Nemanja Matic skoraði málið, men fekk í seinna hálvleiki sítt seinna gula kort og bleiv útvístur. Hetta heldur Ole Gunnar Solskjær lítið um.

- Tað er torført at koma her og skora við 11 spælarum á vøllinum, fyri ikki at tosa um við tíggju. Hatta var als ikki ein útvísing. Hatta er ein ”joke”. Hvussu oftani feldu teir ikki okkum. Tað fyrsta er heldur ikki til gult kort, sigur venjarin hjá Manchester Untied.

Hann fær stuðul frá bæði einum fyrrverandi spælara hjá Manchester City og Manchester United. Micah Richards, sum spældi við Manchester City tá Gunnar Nielsen var í felagnum, heldur at Nemanja Matic er óheppin.

##med2## 

- Hatta er ein avgerandi løta. Eg helt at Matic var framúr og haldi hvørki av gulu kortunum var upp á pláss. Skalt tú geva slík fríspørk, so fáa allir spælarar gult kort hvørt vikuskiftið. Í eini grannauppgerð skalt tú onkuntíð lata slíkt fara, sigur Micah Richards.

Darren Fletcher er samdur. Hann heldur heldur at Manchester City spælarin er gløggur, tá hann letur seg detta og heldur, at Nemanja Matic ikki skuldi verið útvístur.

Manchester City skal nú spæla móti Aston Villa í Liga Cup finaluni. Manchester City er verandi vinnari av kappingini.