Ólavur skal stjórna Listasavninum á Sandi

Ólavur Jøkladal er settur sum stjóri á Listasavninum á Sandi.

Ólavur Jøkladal er cand. mag. í tónlist og norðurlendskum máli og hevur drúgvar royndir innan fyrisiting.

Sum stjóri skal hann samskipa virksemið á Listasavninum, har summartónar 2024 júst er á skrá hjá savninum; tað eru eisini aðrar framførslur og skeiðsvirksemi gjøgnum árið.

 

Listasavnið á Sandi er opið hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag frá kl. 13 til 16 og er annars opið eftir avtalu, og tá tiltøk eru.

 

##med2##

##med3##

##med4##