Ólavsøkuframsýningin: 35 listafólk og yvir 100 verk

Evnið fyri Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum í ár er fláir.

Tá dyrnar lata upp til árligu Ólavsøkuframsýningina fáa ólavsøkugetirnir høvi at uppliva yvir 100 verk frá 35 listafólkum. 


Framsýningin er samansett av einum úrvali av innsendum verkum og verkum frá innbodnum listafólki. Í ár var áhugin stórur fyri at vísa síni verk á Ólavsøku. Fyrireikararnir fingu heili 340 verk frá 48 listafólkum.


Tey innbodnu listafólkini í ár eru Jógvan Biskopstø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Ole Wick, Jóna Rasmussen og listgrafikarin Rikhardur Valtingoyer. Hesi yrkislistafólkini eru biðin um at hava orðið “fláir” í huga og hava gjørt verk úr ymiskum tilfari.


Fyrireikararnir upplýsa, at evnið fláir vísir bæði til føroyska landslagið og løgini í menniskjaligu upplivingum.


- Evnið “fláir” vísir til føroyska landslagið, ið sum kunnugt er bygt upp í fláum, men evnið vísir samstundis til løgini í okkara menniskjaligu upplivingum, ið vit dagliga kenna, og sum verða lagdar afturat sum árini líða. Evnið vísir sostatt til sálarligar, mentanarligar og listarligar fláir, sum byggjast upp, endurnýggjast og brótast niður.


Í ar er tað Oggi Lamhauge, ið vegna Listafelag Føroya, stendur fyri framsýningini.