Ólavsøkan verður still og friðarlig

- Eg haldi, at ólavsøkan er góð, sum hon er, sigur Kai Vágfjall 

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Ja, eg búgvi mitt í býnum, so tað kann ikki umgangast, sigur Kai Vágfjall.

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

- Stilt og friðaligt. Onkur dettur kanska inn á gólvið.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Framsýningar, fólkafundir og útimøtir.

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- Haldi ikki.

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni?

- Eg haldi, at ólavsøkan er góð, sum hon er, sigur Kai Vágfjall.