STARVSSETAN
Nýggi deildarstjórin fyri fólkaskúladeildina í Mentamálastýrinum fær ábyrgdina av at fyrisita hægru umsitingina av fólkaskúlanum og øðrum skúlum og stovnum. Á økinum eru millum annað hesir skúlar og stovnar: fólkaskúlarnir, sum eru umleið 60 í tali, Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð, Musikkskúlar, Sernámsfrøðiligt virksemi, Føroya Skúlabókagrunnur, Føroya Fólkaháskúli, Húsarhaldskúli Føroya og frítíðarundirvísingin.
Olaus Jespersen er 50 ára gamal, hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1975 og harumframt hevur hann eisini tikið skeið innan fyrisiting, samráðingarrætt og leiðslu. Olaus Jespersen hevur verið í starvi sum undirvísingarleiðari í Landsskúlafyrisitingini ella Mentamálastýrinum frá 1986 til 1999. Frá 1999 til í dag hevur Olaus verið í starvi sum fulltrúi í Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum.
Olaus Jespersen tekur við starvinum sum deildarstjóri fyri fólkaskúladeildina í Mentamálastýrinum so skjótt sum til ber. Hensar Ellingsgaard, sum hevur verið deildarstjóri síðani 1998, fór frá fyri aldur 1. juli.










