OL vinnari ákærdur fyri harðskap: nústani kannar ATP málið

Týska tennisstjørnan, Alexander Zverev, er fleiri ferðir ákærdur fyri harðskap seinasta árið.

 

 

Týska tennisstjørnan, Alexander Zverev, er fleiri ferðir ákærdur fyri harðskap seinasta árið. Tað er fyrrverandi dama hansara, Olya Sharapova, ið hevur verið alment úti við ákærunum. Hetta byrjaði í oktober í fjør. Ákærurnar fevna um sálarligan og kropsligan harðskap, ið sambært Sharapovu hevur gingið fyri seg á mongu ATP túrunum, ið tey hava ferðast saman á. ATP eru størstu tenniskappingarnar fyri menn - umframt Grand Slams, ið tó eisini hoyra til ATP felagsskapin og reglur teirra.

 

 

 

Av teirri orsøk, at ákærurnar fevna um harðskap á hotellum í samband við ymiskar tenniskappingar, so er ATP felagsskapurin drigin inn í málið – ATP hava nevniliga stranga reglugerð mótvegis øllum harðskapi.

 

 

 

– Vit eru strangt ímóti allari nýtslu av harðskapi, og fara vit tískil at kanna málið nærri, ljóðaði á tíðindafundi teirra.

 

 

 

24-ára gamli Zverev sigur seg eisini vera harman um støðuna, og heldur at ákærurnar taka alt uppmerksemi, fáa fólk at gloyma framúrskarandi avrik síni og harafturat eru oyðileggjandi fyri persónliga umdømi hjá sær. Umframt hetta, sigur Zverev seg hava bønað ATP um at íverkseta eina kanning ið kann reinsa seg.

 

 

 

 

 

Eisini bretksi tennis gudurin, Andy Murray, hevur verið kritiskur til seinu støðutakanina hjá ATP felagsskapinum.

 

 

 

DR1 hava í einum skrivi sent ATP ein fyrispurning um hví kanningin ikki varð sett í verk áðrenn. ATP hava tó ikki svarað hesum fyrispurningi.