Tað er nú geitt nær Pál Joensen skal svimja til OL í London í summar. Pál, sum enn eina ferð staðfesti sína støðu sum ein av heimsins bestu svimjarum til Danish Open, skal í hylin á fyrsta sinni á Ólavsøku, skrivar svimjing.com.
Fyrsta svimjing er 400m frí og innleiðandi umfarið verður millum klokkan 10.00 og 13.00 tann 28. juli. Kemur hann í finaluna so verður hon seinni um kvøldið millum klokkan 19.15 og 21.15. 4x200m frí stafettin verður 31.juli.
Fríggjadagin 3. august millum klokkan 10.00 og 13.00 verður innleiðandi umfarið í 1.500m frí. Kemur Pál í finaluna, so verður hon leygarkvøldið 4. august klokkan 19.36.
Tað er í 1.500m frí svimjingini, at Pál er sterkastur og verður mettur at hava ein møguleika at vinna eitt heiðursmerki.