Søgurnar hava gjøgnum tíðirnar verið mangar um ítróttarstjørnur, ið ikki hava dugað at umstillað seg til eitt vanligt lív aftaná ítróttaryrkisleiðin er liðug.
Amerikanarin, Klete Keller var liðfelagi hjá legendariska svimjaranum, Michael Phelps tá amerikumenn vunnu OL-gull í stafettini 4 x 200 metrar frísvimjing á olympisku summarleikunum í Athen í 2004 og í Beijing í 2008.
Klete Keller vann eisini eitt OL-silvurheiðursmerki og tvey OL-bronsuheiðursmerki í svimjing.
Men síðani hann gavst sum yrkissvimjari í 2008 hevur tann nú 38 ára gamli Klete Keller havt stórar trupuleikar at finna seg til rættis í amerikanska samfelagnum sum ein vanligur arbeiðstakari, og hevur í grundini ikki havt nakað støðugt arbeiði síðani 2008.
Mikudagin í farnu viku rakti gamli elitusvimjarin, Klete Keller veruliga botnin tá hann var millum ófriðarkropparnar sum gjørdu seg inn á bygningin hjá amerikansku kongressini, Capitol í Washington býi.
Tað gingu tó nakrir dagar aftaná ófriðin 6. januar, at amerikanskir svimjufjepparar komu fram til, at Klete Keller var millum ófriðarkropparnar.
Tað fall mongum fyri brósti, at Klete Keller var sæddur í einum Team USA olympiskum jakka undir ófriðinum inni í Capitol-bygninginum.
Amerikanska svimjisambandið hevur tikið stóra frástøðu frá ófriðinum sum fór fram í Capitol, men tey undirstrika, at Klete Keller hevur ikki verið partur av amerikanska svimjisambandinum síðani 2008.
Í einum olympiskum poddvarpi frá 2018 greiddi Klete Keller frá, at hann hevur havt eitt sera torført og fátæksligt lív aftaná 2008. Hann bleiv fráskyldur frá konuni, og í heilar 10 mánaðir hevði Klete Keller so lítið av peningi, at hann var noyddur at sova í bilinum hjá sær.
Krøv hava verið frammi, at Klete Keller skal dømast at missa síni olympisku heiðursmerki, men tað verður ikki mett at vera sannlíkt, at tað hendir.
Men sum øll hini sum vóru partur av ófriðinum í Capitol 6. januar kann Klete Keller vænta eina fongsulsrevsing.
Klete Keller hevur ikki dult, at hann stuðlar Donald J. Trump. Og nú hava sosialu miðlarnir eisini stongt konturnar hjá Klete Keller.
##med2##