Okkurt vakurt hendir í "Toppen af poppen"

- Tað kennist sum ein serlig løta, hvørja ferð onkur framførir, tí mann veit, at tað er sjáldsamt og einans gjørt til høvið, sigur Teitur Lassen, sum er aktuellur í donsku sendingini "Toppen af Poppen", har kendir tónleikarar tulka sangir hjá hvørjum øðrum

Fyri fyrstu ferð í 9 ár er ein føroyingur millum luttakararnar í donsku tónleikasendingini "Toppen af poppen". Talan er um Teit Lassen, sum má sigast at hava sungið seg í hjørtuni á hyggjarunum hjá TV2 seinastu seks sunnukvøldini.

Konseptið í sendingini er, at sjey kendir tónleikarar hittast fyri tulka sangir hjá hvørjum øðrum. Gjøgnum árini hava nógvar tulkingar fingið sítt heilt egna lív - og  summar eru enntá blivnar kendari enn upprunaligi sangurin.

Tað var einaferð í fjør, at framleiðararnir bjóðaðu Teiti Lassen við í sendingina. Tað tímdi hann væl, og í summar kekkaði hann so inn á Kellers Badehotel á Fanø, har upptøkurnar vórðu gjørdar, saman við seks øðrum kendum donskum tónleikarum. Hinir tónleikararnir eru Medina, Kwamie Liv, Carl Emil Pedersen, Chief 1, Cæcilie Norby og Anders Blichfeldt. 

Tónleikurin førdi tey saman

"Toppen af poppen" kann eisini síggjast sum eitt slag av tónleikalegu, og tað hevur verið eitt satt upplivilsi hjá Teiti at verið við.

- Tað eru nógvir tónar í luftini, og mann kemur at kenna hinar luttakarnar væl. Sendingin er væl fyriskipað, tí framleiðarnir hava gjørt hana í níggju ár. Vit vóru saman í átta dagar á Fanø, men vit høvdu eisini ymiskt at fyrireika áðrenn, millum annað at gera tónleikin og venja saman við bólkinum. Tað vóru nakrir góðir dagar, og tað var sera stuttligt, sigur Teitur Lassen. 

Tá hann varð spurdur um at luttaka kendi hann ongan av hinum luttakarunum. Men tað gekk ikki leingi, áðrenn tey øll kendust.

- Samanhaldið bleiv sera gott beinanvegin. Tað er eisini tað, sum sendingin snýr seg um; at mann verður førdur saman í tónleikinum, uttan at nakar verður sendur heim, vinnur ella tapur, sigur hann. 

Vildi broyta og endurnýggja

Er tað nakað, sum hevur verið gjøgnumgangandi í ársins sesong, so er tað, at føroyski sangarin í hvørjum parti hevur yvirraskað við sínum heilt serligu tulkingum av sangunum hjá donsku tónleikarunum.

- Eg royndi at finna sangir, sum mær dámar, og tilfar, sum eg kundi broyta og endurnýggja, sigur Teitur, spurdur hvat hann legði seg eftir í sínum tulkingum.

Føroyingurin tók til dømis Chief 1 fulkomiliga av bóli, tá hann umskapaði rappsangin “Nej til narkotika” til sín heilt egna. Eisini fekk Teitur heilt nýtt lív í háaktuellu landapláguna hjá Kwamie Liv, "New Boo”, ið hann fekk at ljóða sum okkurt, sum næstan kundi verið á eyðkendu Poetry & Aeroplanes útgávu hansara frá 2003. Men serligasta løtan var uttan iva, tá hann fekk Medinu at tára í síðstu viku. Við violin og pedal megnaði Teitur í sínari føroysku troyggju at ganda popplagið "For Altid" hjá Medinu til eitt friðarligt og kensluborið Teitur-lag. Danirnir sótu sum trøllabundnir í sandinum, og Medina fjaldi ikki, at hon var rørd av framførsluni hjá Teiti.

##med2##

Sunnudagin verður Teitur vertur

Nú sunnudagin 22. september kemur síðsti parturin í hesari sesongini, og tá er tað Teitur, sum eigur tørn at vera vertur. Tá skal hann sita borðendan, har hann skal hoyra hinar tónleikararnar tulka nakrar av sangunum hjá sær. Tað er longu nú greitt, hvørjar sangir teir ymsu tónleikararnir fara at tulka, og hvussu tað gekk, síggja vit á TV2 sunnukvøldið.

Teitur minnist fegin aftur á løtuna, tá hann hoyrdi hini syngja sínar sangir, og serliga væl dámdi honum tulkingina hjá Anders Blichfeldt, eyðkenda forsangaranum í Big Fat Snake.

- Eg helt, at tað var stuttligt, tá Anders Blichfeldt spældi ein sang hjá mær í Tom Jones meets Daft Punk stíli. Sum heild kennist tað sum ein serlig løta, hvørja ferð onkur framførir, tí mann veit, at tað er sjáldsamt og einans gjørt til høvið, sigur Teitur Lassen. 

Umframt at blíva tulkaður inniber tað at vera vertur eisini, at hann skal taka sær av hinum tónleikarunum gjøgnum dagin. Tað ger hann millum annað við at bjóða teimum føroyskan durasnaps, sum jú er føroysk siðvenja. 

- Vit gera øll tað sama

Luttøkan í Toppen af Poppen hevur givið Teiti okkurt at hugsa um, sum hann kann taka við sær víðari. 

- Tað hendir nakað vakurt, tá ið mann verður settur saman soleiðis, tí at hóast øll eru ymisk og kanska ikki høvdu funnið hvønn annan á annan hátt, so sær mann, at vit eru rættiliga eins og gera næstan tað sama hvønn dag, hvør sær. Tað ger tað sama, um ein ger hip-hopp og ein annar rock, sjálvt um vit halda, at tað skilir okkum, sigur Teitur Lassen.