Okkara virki má latast upp aftur

- Nei, hetta kom ikki væl við, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu. Í gjár kundi hann fyrst gleðast um, at Vága kommuna hevði lægsta arbeiðsloysið í landinum. Men samstundis mátti hann harmast um, at fleiri fólk í hansara kommunu mistu arbeiði á flakavirkinum í Vestmanna

Miðvágur: - Vit vóru óttafull, tá flakavirkið her í bygdini lat aftur fyri eini tveimum árum síðani. Tað vísti seg kortini, at nógv teirra fingu arbeiði aftur aðrastaðni.

- Tað kann vera orsøkin til, at arbeiðsloysið er so lágt, sigur Albert Ellefsen, nú nýggjastu tølini frá Hagstovuni eru kunngjørd.

Hann kann eisini fegnast um, at skattainntøkan í Vága kommunu var so at siga tann sama í 2008 og í 2009. Tað eru helst ikki allar kommunur, ið kunnu siga tað sama sum tey.

Men hesi nýggjastu tølini mugu kortini lesast við skerdari gleði. Í gjár kom nevniliga fram, at fleiri av flakafólkunum hjá Fiskavirking í Vestmanna hava mist sítt arbeiði.

Tað sum ger tað so álvarsamt fyri Vága kommunu í hesum sambandi er, at nógv teirra eru búsitandi her, men hava arbeitt á virkinum í Vestmanna.

- Tað er altíð keðiligt hjá teimum sum gerast arbeiðsleys. Tað er týdningarmikið at fólk hava okkurt at fara upp til, staðfestir Albert Ellefsen.


Rakar lægstlønt

Tað vóru døpur tøl, ið frættust frá Hagstovuni í gjár. Enn einaferð kundu hagtølini staðfesta, at fleiri føroyingar eru vorðnir arbeiðsleysir.

Í desember mánaði var arbeiðsloysið komið uppá 5,3 prosent, og var hetta ein vøkstur uppá 3 prosentstig síðani januar í fjør.

Uppgerðin vísti somuleiðis, at flest mannfólk ganga uttan arbeiði: 812 menn og 580 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í jólamánaðinum.

Størsta arbeiðsloysið í desember var í Suðuroy, meðan Norðoyggjar, Sandoy og á Streymoy var tað omanfyri miðal.

Tvey øki skaraðu kortini framúr, um ein kann siga tað so: Bæði í Vágum og í Eysturoynni var arbeiðsloysið niðri á 4,3 prosentum.

Men hjá teimum sum eru rakt av arbeiðsloysi, er hetta neyvan hugaligur lesnaður. Og sjálvur dugir Albert Ellefsen at síggja hetta við arbeiðsloysinum sum ein stóran samfelagsligan trupulleika.

- Tað vísir seg ofta, at tað eru tey lægstløntu sum verða rakt av arbeiðsloysi - og tey ungu.

- At arbeiðsloysið rakar alt fleiri og fleiri ung, síggi eg sum eitt stórt hóttafall. Henda gongdin kann eisini føra til sosialar trupulleikar, sigur hann álvarsamur.


Lat virkið upp

Fyri góðum tveimum árum lat flakavirkið í Miðvági aftur. Hetta var sjálvandi ein álvarsom støða fyri kommununa og bygdarfólkið.

Hóast kommunan sum so ikki kann gera nakað við virkið, hevur Albert Ellefsen kortini sínar hugsanir um framtíðina hjá og í hesum tóma virkisbygninginum.

- Vit hava eitt brennandi ynski um, at virksemi aftur fer at koma á virkinum, soleiðis at fólk sleppa til arbeiðis, sigur borgarstjórin, og vísir til eitt uppskot hjá Miðflokkinum á tingi.

Sambært hesum uppskotinum skuldi loyvi gevast til at innflyta frystan tosk, men líkt er til at politikkarar eru ræddir fyri at geva hetta loyvið.

- Eg haldi, at teir skuldu avgreitt hetta málið skjótast gjørligt, soleiðis at fólk kunnu fara til arbeiðis á fiskavirkjunum, sigur Albert Ellefsen. 




FAKTA 


Flest ung uttan arbeiði


Hagtøl: Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at tað serliga eru tey ungu sum verða rakt av hesum.

Sambært tølum frá Hagstovuni er arbeiðsloysið sera høgt millum fólk úr 16 árum upp í 34 ár.

Í tølum er arbeiðsloysið 6 prosent millum tey 16 til 24 ára gomlu, og væl omanfyri 6 prosent - í roynd og veru 6,4 prosent - fyri tey 25 til 34 ára gomlu.

Síðani lækkar tað eitt vet fyri tey miðaldrandi, men hækkar so aftur upp um 6 prosent fyri tey 55 til 66 ára gomlu.