Hvar helt tú nýggjársaftan?
- Í fleiri enn 30 ár hava mamma og pápi hildið nýggjár saman við tveimum vinarpørum. Í ár var einki undantak, og tí vóru vit aftur hesaferð hjá Heðini og Onnu Mariu Zachariasen nýggjársaftan.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- 2023 hevur eins og undanfarin ár verið merkt av upp-og niðurtúrum, men sum heild var talan um eitt gott ár.
Tað sigur Eyðstein Zachariasen í Streymnesi, sum heldur, at besta minnið frá árinum helst var túrurin til Old Trafford saman við beiggja og pápa mínum - ella Coldplay-konsertin saman við bestu vinfólkunum.
Hvat var tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta við árinum var tíverri, tá vit mistu mannin hjá fastur míni. Hann stóð okkum sera nær.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg havi vanliga ikki havt nýggjárslyftir, men í 2024 havi eg ætlanir um, at formurin verður betur. Skrivstovustarvið sæst tíverri aftur á mær, og tað ætli eg mær at gera nakað við.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Eg eri sum heild vónríkur um 2024. Árið byrjar við týsklandstúri, har eg vænti, at okkara hondbóltsstjørnur fara at gera ein vørr.
Eyðstein Zachariasen vísir á, at tá summarið eina ferð kemur aftur, fer tað at verða merkt av neysta-og húsastoyping.
- Í heyst vóni eg at stilla upp aftur til kommunuvalið, tí eg trívist sera væl í kommunala politikkinum. Eydnast alt hetta væl, verður talan heilt vist um eitt gott og vónríkt 2024, leggur hann aftrat.