Okkara børn fingu mammu sína aftur

Hans Jacob Garðalíð, sum keypti málningin, ið starvsfólkini í Miðlahúsinum málaðu og góvu Krabbameinsfelagnum, læt málningin aftur sum gávu til G3 á Landssjúkrahúsinum, har fyrrverandi kona hansara í tveimum umførum fekk viðgerð fyri krabbasjúku. - At geva deildini málningin, betýðir serstakliga nógv. Okkara børn fingu mammu sína aftur, og tað hevur alt at siga fyri meg, segði gevarin við handanina

Málningur

Í sambandi við landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum, málaðu starvsfólkini í Miðlahúsinum í Vágsbotni ein stóran málning, sum latin varð Krabbameinsfelagnum sum gávu.
Nakað eftir, at stóra tiltakið hevði verið í Norðurlandahúsinum, keypti Hans Jacob Garðalíð málningin frá Krabbameinsfelagnum fyri 13.000 krónur, sum soleiðis fóru óskerdar til felagið.
Tá Hans Jacob hevði keypt málningin, gjørdi hann av at lata hann aftur sum gávu til G3 á Landssjúkrahúsinum, sum er deildin, har eitt nú sjúklingar við krabbameini koma.

Málningurin hugtók
Sosialurin og Rás2 vóru úti á deildini saman við Hans Jacob hendan dagin, hann handaði málningin.
Tað var leiðarin á deildini, Eva Mortensen Holm, sum vegna starvsfólkini á G3 og Landssjúkrahúsið tók ímóti málninginum. Onnur starvsfólk vóru eisini við til hesa hugnaligu – og hugvekjandi - løtu, og tey tóktust øll sera fegin um málningin, sum tey søgdu seg fara at finna eitt hóskandi pláss til.
- Vit halda, at málningurin er sera vakur, og vit halda eisini, at fólk kunnu fáa nógv burtur úr at síggja hann, vóru tær líka sum samdar um.
Eftir at myndir vóru tiknar av handanini eins og av gevara saman við Evu og nøkrum av starvsfólkum hennara, stóðu fólk eina fitta løtu uppi á gólvinum og skoðaðu málningin.
Síðan fingu vit kaffi og eitt stutt prát við Hans Jacob Garðalíð um søguna aftanfyri, at hann hevði gjørt av at geva G3 málningin sum gávu. Hesa løtu skiftu vit eisini orð við Evu Mortensen Holm.

Sjúk av krabbameini
- Søgan aftanfyri, at eg fegin vildi geva deildini hesa gávu, er, at fyrrverandi kona mín fekk staðfest krabbamein í bróstinum í 1999. Bróstið varð tikið, men í 2002 fekk hon aftur staðfest, at sjúkan hevði breitt seg út í beinagrindina.
Hans Jacob sigur, at konan eftir hetta fór ígjøgnum mikið stríð og strev á deildini, eins og hon var í Danmark til stráluviðgerðir.
- Men hon yvirlivdi sjúkuna og varð útskrivað hin 10. apríl í 2003. Eftir hetta gekk hon til kemoviðgerð triðju hvørja viku, og minnist eg rætt varð hon liðug við hesa viðgerð í juni sama ár.
Hann segði, at konan framvegis er frísk í dag.

Ein sólstrála á G3
Tá Hans Jacob Garðalíð handaði gávuna, helt hann fyri, at málningurin, sum bæði ímyndar ljós og myrkur, kann vera ein sólstrála á deildini, sum hann tók til.
- Fyrrverandi kona mín gjørdist frísk av krabbameini, og tí kann málningurin eisini vera eitt tekin um, at tað ber til at gerast frískur av krabbameini, segði hann.
- Meðan vit prátaðu aftur við kaffimunninum, spurdu vit eisini gevaran, hvat tað merkir fyri hann at hava givið deildini hesa gávu.
- Hetta betýðir serstakliga nógv fyri meg. Okkara børn hava fingið mammuna aftur, og hetta hevur alt at siga fyri meg.
Hans Jacob Garðalíð segði, at hetta er hansara máti at siga deildini takk fyri tíðina, tey vóru um og hjálptu fyrrverandi konu hansara, tá hon var sjúk.

Var nógv um hana
Vit kunnu leggja aftrat, at hóast Hans Jacob Garðalíð og fyrrverandi kona hansara vóru skild, tá hon gjørdist sjúk, sat hann nógvar tímar, dagar og vikur úti á Landssjúkrahúsinum hjá henni.
Fleiri av starvsfólkunum, sum vóru við, tá hann handaði málningin, mintust væl tíðina, tá fyrrverandi kona hansara var sjúk, og gevarin av málninginum sat langar dagar og nætur úti á deildini.