Orsøkin er tann einfalda, at tað er ikki semja í samgonguni um at fremja hesa ætlan.
Formaðurin í fíggjarnevnd Løgtingsins, Erhard Joensen, vátta fyri Kringvarpinum í gjárkvøldið, at áliti verður ikki skrivað í málinum.
Í gjár kundi in.fo annars vísa eina Gallup kanning, sum vísti, at føroyingar als ikki taka undir ivð uppskotinum hjá landsstýrinum um at taka brúkaragjaldið av og flyta útreiðslurnar yvir á fíggjarlógini, og tunlarnar yvir til Landsverk at umsita.
Kanningin vísti, at bara 10 prosent av føroyingum halda, at brúkaragjøldini skulu takast av. 90 prosent vilja varðveita somu skipan sum nú. Og tá tað verður býtt á økini, so hevur uppskotið frá Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismanni frægastu undirtøkuna í Vágum, tó at hon bara er 22 prosent. Hinvegin siga 78 prosent í Vágum nei til at taka av gjaldskipanina, sambært kanningini hjá Gallup Føroyar.
Í Norðoyggjum vóru tey 20 prosent sum halda, at gjaldskipanin skal takast av, meðan 80 siga nei.
Lesið eisini: Føroyingar vilja ikki av við bummgjaldið
So fólkið tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, sum meiriluti heldur ikki er fyri í samgonguni. Erhard Joensen tosaði um eitt borgarakort – eina skipan, har fólk sum búgva í ymsu økjunum, eisini har siglast skal til, kunnu hava eitt bíligar gjald enn onnur, og har útlendingar gjalda meira enn føroyingar.
So um Løgtingið ikki tekur fíggjarnevndina av ræði og atkvøður um at fáa uppskotið úr fíggjarnevndini, so verður uppskotið súltað í fíggjarnevndini, tá Løgtingið í morgin fer í summarfrí. Tað merkir samstundis, at uppskotið, sum Jørgen Niclasen legði fram á tíðindafundi 10. desember í fjør, fellur burtur. Á nevnda tíðindafundi boðaði landsstýrismaðurin frá, at uppskotið hevði fulla undirtøku í samgonguni og góða undirtøku í andstøðuni. Men soleiðis vísti tað seg kortini ikki at vera.