Aftur í ár verður møguleiki hjá øllum festivalgestum á G! at royna serføroyska rávøru, tá ið saltfiskur verður borðreiddur á Sandinum leygardagin.
Fyrireikararnir av G! Festivalinum siga, at PRG í Gøtu bjóðar Føroya fólki at royna stoltleikan og signatur útflutningin hjá gøtumonnum til Italia og Spania ígjøgnum meira enn ein mannsaldur, saltfisk púra ókeypis.
– Hotel Føroyar hevur aftur í ár bjóðað seg til at gera matin til reiðar, og borðreitt verður á Sandinum klokkan 17. Í sama umfari verður høvi at royndarsmakka nýggja og forkunnuga øl frá Føroya Bjór. Hvann Bjór, sum ølin eitur, verður lýst sum ein festlig bjór, ið er bryggjað við íblástri úr villu, føroysku náttúruni, siga fyrireikararnir.