Tá Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, legði fram uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025 í Smæruni herfyri, segði hon, at tað gongur væl í Føroyum, og at vit hava tað gott her á klettunum. Her er arbeiði til allar hendur, og soleiðis hevur tað verið leingi.
- Arbeiðsloysið hevur sveiggjað um eitt prosent, og tað er í veruleikanum einki arbeiðsloysi. Arbeiði er til allar hendur, og tað er gott, bæði fyri búskapin, men eisini fyri tann einstaka.
Fíggjarmálaráðharrin helt fyri, at í Føroyum eru vit rík, og BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum hevur verið støðugt veksandi í nokso nógv ár. Vøkstur í BTÚ er munandi størri enn í teimum londum, vit samanbera okkum við.
Ruth Vang vísti á, at í løtuni liggur BTÚ fyri hvønn íbúgva í Føroyum um eina hálva millión. Samanbera vit okkum við Danmark, sum er eitt ríkt land, eru vit á støði við Danmark. Hetta er ikki ein løtumynd, men ein gongd, sum hon tók til.
- Fara vit aftur til 2010, var okkara BTÚ 20 prosent lægri enn hitt danska.
Í sínari framløgu vísti Ruth Vang eisini á, at ójavnin í Føroyum er ikki eins stórur og í øðrum londum, sum vit samanbera okkum við. Hon segði, at hóast vit dúgliga kjakast um býtið av ríkidømi í Føroyum, so vísa hagtølini, at inntøkurnar her eru rættiliga javnt býttar – og javnari enn í eitt nú Danmark og Svøríki, har virðini eru rímiliga væl býtt.
- So, vit eru ikki bara eitt av heimsins ríkastu londum. Vit eru eisini eitt land, har inntøkurnar eru býttar javnari enn í flestu øðrum londum.
Ruth Vang segði, at útlitini í Føroyum eru bjørt, og líkt er til, at vit hava lagt ringastu inflatiónina aftur um okkum. Lønirnar eru við at innheinta prísvøksturin, eins og útlit eru fyri einari lægri rentu frameftir, sum ger stóran mun hjá nógvum húsarhaldum.
- Samanumtikið mugu vit siga, at tað gongur væl í Føroyum. Skuldi tað hent, at tað fór at ganga verri eitt tíðarskeið, eru vit væl før fyri at taka tað. Vit eru eisini væl fyri at gera neyðugar tillagingar, segði hon.
Ruth Vang ásannaði tó, at almenni búskapurin í Føroyum er undir trýsti, bæði í tí stutta og langa siktinum, sum hon tók til. Hon vísti eisini til tíðindaskriv hjá Búskaparráðnum, har sagt verður, at tað er ikki nóg mikið at pjøssa upp á fíggjarlógina við óítøkiligum átøkum við nøkrum milliónum um árið.
Búskaparráðið sigur nevniliga, at neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna fyri at fáa fíggjarpolitikkin aftur á beint. Ruth Vang segði seg vera púrasta samda við hesum útsagnum, og tí er landsstýrið eisini farið undir haldførisarbeiðið, sum hon og løgmaður standa fyri saman.
- Hetta er eisini saman við øllum politisku flokkunum á tingi. Endamálið er at finna út av, hvat kann gerast í almenna geiranum fyri at fáa fíggjarstýringina á rætta kós, sum hon tók til.
Vit kunnu leggja aftrat, at sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 kemur landskassin næsta ár at hava eitt hall á tilsamans 83 milliónir krónur.