– Vit hava frætt, at verða gjørd undantøk, men vit vita ikki enn, hvørji undantøk eru.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá vit spyrja hann, um Føroyar eisini fara at steingja havnirnar og firðirnar fyri russiskum skipum.
– Vit sita nú og bíða eftir at frætta, hvørji undantøk eru, og so taka vit støðu út frá tí, sigur løgmaður.
Landsstýrið hevur fleiri ferðir boðað frá, at Føroyar fara at gera sum Danmark og hini ES londini, tá tað kemur til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Bretland hevur fyri fleiri vikum síðani noktað russiskum skipum atgongd, og nú ger ES tað sama.
Um forboðið hjá ES eisini snýr seg um fiskifør, so er væl hugsandi, at landsstýrið setir sama forboð í gildi leygardagin, sum ES londini gera.