Tað skal ongantíð henda, at føroyska alivinnan endar á útlendskum hondum, ella at eitt einstakt felag fær eina monopollíknandi støðu í føroysku alivinnuni. Hetta tykist vera breiða fatanin hjá føroyskum politikarum, sum fleiri ferðir hesi seinastu árini hava hert reglurnar um, hvussu nógv einstaklingar og útlendingar kunnu eiga í alivinnuni.
Tá tað herfyri kom fram, at stóra norska felagið Pan Fish ætlaði at keypa Havsbrún, tók kjakið um ognarviðurskiftini seg upp einaferð enn, og nú hevur Vinnumálastýrið gjørt eitt lógaruppskot, sum avmarkar samlaða partin, sum eitt einstakt felag kann eiga í alivinnuni.
Sambært lógaruppskotinum, sum Bjarni Djurholm hevur lagt fram, fer tað ikki at bera til hjá einum felag ella einstaklingi at eiga meira enn 25 prosent av samlaðu partabrøvunum í alivinnuni.
- Endamálið við uppskotinum er at forða fyri, at aliøkini í landinum, sum er tilfeingi, ið fær alt størri týdning í búskapinum, verður savnað á bert fáum hondum, stendur í fyrstu viðmerkingunum til lógaruppskotið.
17 feløg eiga 27 loyvi
Í dag hava 17 feløg loyvi at ala í Føroyum, og hesi feløgini hava tilsamans 27 aliloyvi. Hesi loyvini skulu helst ikki savnast á nógv færri hondum, heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum. Verða ov fáir aktørar í alivinnuni, kann hetta fáa óhepnar avleiðingar fyri búskapin og alivinnuna sjálva, heldur Bjarni Djurholm, og tí skjýtur hann upp at avmarka luttøkuna hjá einum einstakum felag og einstaklingi til 25 prosent. Lógin sigur eisini, at útlendingar kunnu ikki eiga meira enn 33 prosent í einum felag.
Landsstýrismaðurin heldur, at 25 prosent er eitt hóskandi tal. Tá hava alifyritøkurnar framhaldandi møguleika at leggja saman og styrkja seg gjøgnum økt samstarv við teimum stórdriftsfyrimunum, sum tað kann innibera, uttan tó at ein einstøk alifyritøka kemur at eiga ov stóran part av alivinnuni, sigur landsstýrismaðurin.
Uppskotið hjá Bjarna Djurholm leggur eisini upp til størri gjøgnumskygni í alivinnuni, so tað verður lættari at fylgja við ognarviðurskiftunum. Øll feløg, sum fáast við aling, skulu vera smápartafeløg ella partafeløg, og øll partabrøvini skulu vera navnapartabrøv.
Løgtingið viðgjørdi uppskotið um broytingar í alilógini fríggjadagin, og vinnunevndin skal nú viðgera málið.










