Tjóðbankin í Danmark hevur nú gjørt eina nýggja meting av føroyska búskapinum. Í frágreiðingini koma tey til ta sjálvsøgdu sannroynd, at bæði tað almenna, og vinnulív eiga at legga pening til viks í góðum tíðum fyri at hava nakað at taka til, tá ið tíðirnar versna aftur.
– Sum heild eru húsarhaldini væl bjálvað, men stóri vøksturin í sethúsaprísum og tørvurin á arbeiðsmegi gera, at vandi skjótt kann vera á ferð, sigur tjóðbankin. Tey siga, at útlitini fyri útflutningin eru góð, nú eftirspurningurin í kjalarvørrinum á koronu, vaks skjótari enn væntað. Ein orsøk til tað, er, at, at so nógv eru koppsett.
Hinvegin sær verri út fyri ein part av fiskaútflutninginum, av tí at eingin sáttmáli er gjørdur við Stórabretland um makrelfiskiskap og ein avleiðing av tí er, at prísirnir eru lægri. Men Virkini hava styrkt seg og lánini til vinnulívið eru hækkað minni enn búskapurin er vaksin.
– Føroyski búskapurin stendur seg sostatt betur ímóti stoytum uttaneftir, enn hann gjørdi í nítiárunum og í árunum undan fíggjarkreppuni – og tað kom eisini til sjóndar nú undir koronu. Fyri ein eintáttaðan búskap, sum er bundin av nøkum fáum vinnugreinum, er tað avgerandi av verða væl bjálvaður, tí sveiggini kunnu vera stór, sigur Tjóðbankin.
– Við at leggja til viks í góðum tíðum, kann tað almena gera sítt til at styrkja búskapin, so at okkurt er at taka til í verri tíðum. Nógv virksemi er óbeinleiðis tengt at útflutningsvinnuni og tí er neyðugt, at búskapurin verður bjálvaður til at standa ímóti sveiggjum.
Tað hjálpir væl, at almenna skuldin er lítil, men Landsstýrið eigur haraftrat at leggja langtíðarætlanir, ið tryggja haldførið hjá almenna búskapinum, og so at yvirlit fæst yvir útreiðslurnar til almennar tænastur í framtíðini.
– Sum heild kann eitt víðkað skattagrundarlag, eitt nú við ognarskatti, gera sítt til at betri javnvág verður millum inntøkur og útreiðslur framyvir, sigur Tjóðbankin.











