Forvitnislig listaframsýning umborð á Sluppuni Høganes. Tað er 30 ára gamli listamaðurin Karstin Olgar Lamhauge (Oggi) úr Søldarfirði, sum sýnur fram grafiskar myndir. Talan er um 17 grafiskar myndir og listamaðurin hevur nýtt ymisk grafisk tøkni so sum steinprent, turrnál, linoliumskurður og einprent. Listamaðurin ynskir at skapa eina myndlistarliga heild á sýningini og tó leggja dent á frávikini, sum koma til sjóndar.
Listamaðurin hevur verið við á fleiri várframsýningum og hevur umframt hetta víst síni verk fram saman við øðrum. Umframt hesa aðru almennu stakframsýning hansara, her á landið, hevur hann latið altartalvan úr hondum, til Hattarvíkar Kirkju og hendan var vígd 9. Juli í fjør.
Sýningin verður opin frá týsdegnum 15. mai til hósdagin 17. mai og verður opin um somu tíðir sum fiskivinnustevnan á staðnum.









