Øssur: Dømingin við Margáir var alt annað enn nøktandi (FM1)

(FM1) Hoyr Róa Olsen hjá EB/Streymi og Øssur Hansen, høvuðsvenjara hjá B68 seta orð á 2-1 sigurin hjá EB/Streymi við Margáir

##med2##

 

Fótbóltslagið er gott í Sundalagnum. EB/Streymur hevur aftaná 2-1 heimasigur á B68 við Margáir í Streymnesi 13 stig á einum fyribils fjórða plássi, og kunnu sundalagsmenn veruliga hyggja uppeftir á stigatalvuni við góðari fjarstøðu til liðini teir hava kappast við undanfarnu kappingarárini.

 

EB/Streymur-B68 2-1 (1-1)

 

0-1 Lukasz Cieslewicz br.sp. (30.)

 

1-1 Philip Djordjevic (31.)

 

2-1 Andras Olsen (82.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgukvinnuna, Jónu Nicolajsen og viðmerkjaran, Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Jóna gjørdi við Róa Olsen hjá EB/Streymi sum er sera fegin um sigurin, og tann hugburðin sum EB/Streymur leggur fyri dagin.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við Øssur Hansen, høvuðsvenjara hjá B68 sum avgjørt heldur, at betra liðið tapti í dag. Øssur er ikki nøgdur við viðferðina B68 fekk frá dómaranum. Øssur heldur ikki, at dómarin vardi summar av sínum spælarum nóg væl móti harðligum spæli.