Øll manningin læt lív

Átaksleiðarin hjá løgregluni, Ivar Bo Nilsson, váttar, at øll fýra, sum lótu lív í flogvanlukkuni, vóru amerikanskir ríkisborgarar.

Øll fýra, sum vóru í amerikanska hernaðarflogfarinum av slagnum MV-22B Osprey, sum datt niður sunnan fyri Bodø í Noregi í gjár, lótu lív.

 

Flogfarið, sum var mannað við amerikanarum, var við í stóru hernaðarvejingini, Cold Response, men venjingin heldur fram sum ætlað.

 

Løgreglan var frammi hjá vrakinum av flogfarinum síðstu nátt klokkan 01.30, lokala tíð, og tá varð staðfest, at øll manningin hevði latið lív.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Ivar Bo Nilsson, váttar, at øll fýra vóru amerikanskir ríkisborgarar.

 

MV-22B Osprey er eitt serligt hernaðarflogfar, har motorarnir, sum eru tveir í tali, kunnu snarast soleiðis, at flogfarið kann lenda, sum ein tyrla - og flúgva sum eitt flogfar.

 

##med2##

 

 

 

Sambært útlendskum miðlum hava fleiri vanlukkur verið við MV-22B Osprey-flogførunum.