Lekin á Nord Stream 2 er staðfestur at vera umleið 20 kilometrar sunnan fyri suðurendan á Bornholm, og lekin á Nord Stream 1 er í ein landnyrðing úr oynni.

Øll kenna seg ikki trygg á Bornholm

Sambært borgarstjóranum á Bornholm, Jacob Trøst, eru ikki allir borgarar á donsku oynni unniligir við støðuna.

Lekin á Nord Stream 2 er staðfestur at vera umleið 20 kilometrar sunnan fyri suðurendan á Bornholm, og lekin á Nord Stream 1 er í ein landnyrðing úr oynni.

Lekarnir á stóru russisku gassleiðingunum í Eystursjónum hava skapt ávísan ótryggleika millum íbúgvar á donsku oynni, Bornholm.

 

Louise Lyng Bojesen, sum er átaksleiðari á oynni, sigur, at tey fylgja gongdini neyvt og máta gassstøðið. Men, fyribils er eingin broyting í luftini.

 

Gassleiðingarnar skulu flyta russiskt gass til Evropa, og hesar liggja skamt úr Bornholm.

 

Talan er um stóru leiðingarnar, Nord Stream 1 og Nord Stream 2, harav onnur ikki var komin í gongd, og hin hevði verið óvirkin í eina tíð, tá hol kom á.

 

Men, gass stóð í báðum leiðingunum.

 

Tað var mánakvøldið, at lekar komu á gassleiðingina - fyrst aðra, so hina, og her vóru tríggir lekar tilsamans.

 

Tí verður hildið, at lekarnir ikki kundu koma av tilvild, men at hetta heldur er herverk. Hvør hevur framt møguliga herverkið, veit eingin.

 

Sambært borgarstjóranum á Bornholm, Jacob Trøst, eru borgarar á oynni ikki sørt ótryggir við støðuna.

 

- Bornholm hevur jú verið í ljóskastaranum síðan í januar, so fólkið á oynni hevur næstan vant seg við hetta. Men, tað er greitt, at hendingin hesaferð frískar ekkan, tá hugsað verður um okkara plasering í Eystursjónum, sigur borgarstjórin.

 

##med2##

 

Louise Lyng Bojesen, átaksleiðari á Bornholm, sigur, at gassstøðið í luftini verður mált, og her sær alt væl út í løtuni. Tað er trygt á Bornholm, og líkt er ikki til, at lekarnir í løtuni ávirka, sigur hon við Tv2.

 

Lekin á Nord Stream 2 er staðfestur at vera umleið 20 kilometrar sunnan fyri suðurendan á Bornholm, og lekin á Nord Stream 1 er í ein landnyrðing úr oynni.

 

Líkt er til, at fólkið á Bornholm í løtuni tekur gasslekarnar rímiliga róliga.

 

- Eg hugsi ikki so nógv um tað, sigur Torben Engell við Tv2. Hann heldur, at tað var væntandi, at gassleiðingin kundi gerast eitt mál í stríðnum, og hann sigur seg hava hugsað henda tankan. 

 

Men, taka bornholmarar tað bara heilt róliga?

 

- Tey flestu gera tað, men tey, sum hyggja eftir "breaking news" í sjónvarpinum alla tíðina, eru helst eitt sindur órógvað, sigur Torben Engell við Tv2.

 

 

 

Lekin á Nord Stream 2 er staðfestur at vera umleið 20 kilometrar sunnan fyri suðurendan á Bornholm, og lekin á Nord Stream 1 er í ein landnyrðing úr oynni.

Jacob Trøst er borgarstjóri á Bornholm - Øll eru ikki unnilig við støðuna, sigur hann.