Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju

Vegna vánaligt veður liggja øll ísfiskalínuskipini inni, og ivasamt er, um tey fara út aftur fyri jól.

- Vegna vánaligt veður liggja øll ísfiskalínuskipini inni, og ivasamt er, um tey fara út aftur fyri jól.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Tvey línuskip hava verið úti og hava nakað av fiski í lastini. Hesi skipini liggja nú inni og kroka.

 

- Møguliga fer annað av hesum skipum út aftur, tá veðrið batnar.   

 

Um útlitini fyri útróðrii, veit marknaðurin at siga, at streymurin verður góður, men veðurútlitini eru vánalig.

 

- Tí eru útlitini fyri útróðri heldur ikki góð fyri næstu vikuna, verður lagt aftrat.