Nevndin í Reyða Krossi Føroya sendir 100.000 krónur í bráðfeingishjálp til tey neyðstøddu í Filipsoyggjunum eftir ógvusliga ódnin Haiyan herjaði har fríggjadagin og leygardagin.
Enn er stór óvissa um tølini frá Filipsoyggjunum, men fyribils talið av deyðum er í minsta lagi 10.000. Sambart myndugleikunum á Filipsoyggjunum eru okkurt um 4,5 milliónir fólk rakt av ódnini, ið er ein tann ógvusligasta nakrantíð.
Reyði Krossur gevur teim neyðstøddu lívbjargandi fyrstuhjálp og reint vatn, mat, teppir, presenningar og heilivág.
Tó eru enn økir har trupult er at fáa bráðfeingishjálpina fram, tí infrakervið er oyðilagt av tí ógvusligu ódnini.
Eisini almennu Føroyar lata neyðhjálp til Filipsoyggjarnar. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur gjørt av at lata 200.000 krónur til neyðhjálp á Filipsoyggjunum. Hjálpin úr landskassanum verður somuleiðis latin umvegis Reyða Kross í Føroyum.
Til ber at stuðla neyðhjálpararbeiðnum hjá Reyða Krossi á heimasíðuni hjá felagsskapinum.
Hoyr samrøðu við Hjalta í Jákupsstovu, formann í Reyða Krossi, við at trýsta á pílin undir myndini.










