Danska løgreglan økir vaktarhaldið í Kastrup eftir yvirgangsálopini móti flogvøllinum og metro'ini í Bruxelles í morgun. Tað sama verður gjørt á øðrum týdningarmiklum plássum í Keypmannahavn, so sum Nørreport og á Høvuðsbanagarðinum.
- Vit vilja vera sjónligari. Vit ynskja at hava møguleikan at leggja til merkis illgrunaverda atferð og burturlagdar lutir á flogvøllinum og við ferðsluknútapunkt í Keypmannahavn, so sum Nørreport og á Høvuðsbanagarðinum, sigur vakthavandi hjá løgregluni í Keypmannahavn.
Sannlíkt er tí, at føroyingar í Keypmannahavn fara at leggja til merkis til fleiri løgreglufólk enn vant.
Løgreglan vil tó ikki siga nakað um, hvussu nógv eyka løgreglufólk talan er um. PET fylgir eisini støðuni.










