-Um tú ert vinstravendur og socialdemokratur, og annars gongur inn fyri javnrættindum, so skuldi man ikki trúð, at hetta var eitt problem fyri nakað javnaðarfólk. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður, nú samgongan mikukvøldið sparkaði málið um tey samkyndu út á síðulinjuna.
Mikukvøldið sleptu javnaðartingmenninir Heðin Mortensen og Kristin Michelsen ein bumbu í samgonguna, tá ið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina var til aðru viðgerð í Løgtinginum.
Leingi skiftu tingfólk orð um uppskotið, og hóast málið nú aftur er sett í nevnd, tóktist tað í orðaskiftinum sum, at tingfólk úr fleiri flokkum vóru sinnað í at taka undir við einum uppskotið, sum loyvir samkyndum borgarlig rættindi, men jurdiska innihaldið í uppskotinum gav tingfólki ein knaga at hongja síni ivamál á.
Tveir teirra, sum søgdu seg vera fyri uppskotinum, men ikki vildu atkvøða tað ígjøgnum mikukvøldið, vóru javnaðartingmenninir Kristin Michelsen og Heðin Mortensen, og tískil var uppskotið sent aftur í nevnd.
- Hatta var øgiliga óheppið fyri samgonguna, eingin ivi um tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Les alt um politisku støðuna og størri samrøðu við Jóannes Eidesgaard, í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.