Oddurin kann leypa

Fyri tað nógva hevur gullstríði hjá monnunum líkst eini uppgerð millum ÍF og Mjølnir, men nú hevur SÍ gyltan møguleika at broyta tvídystin til ein trídyst

Flogbóltur

Hjá kvinnunum tykist størsti spenningurin undan vikuskiftinum vera um, hvørt tað verða ÍF ella Dráttur, sum fara at elta tey bæði oddaliðini úr TB og Mjølni.
Dráttur vann Mjølnir kappingina fyri tveimum vikum síðani, og tí mugu tær helst metast sum favorittar, tá tær vitja á Kambsdali, men tað er tó einki at ivast í, at tær hjá ÍF fara at gera sítt til, at talan á ongan hátt verður um nakra lætta uppgávu hjá Drátti.
Bæði liðini hava í løtuni seks stig, sum eru tvey færri enn Mjølnir, og tí vil ein sigur viðføra, at tað enn er samband upp til oddastríðið, har TB tó fekk sær fyrimun við sigrinum á Mjølni seinasta vikuskifti.
Og tað er lítið, sum bendir á, at TB skal missa hendan fyrimunin hetta vikuskiftið. Mótstøðuliði er Fleyr, og sjálvt um dysturin er í Havn, so skal tað vera løgið, um talan verður um nakað annað enn ein tryggan 3-0 sigur til TB.
Mjølnir skal hesaferð á heimavølli royna seg móti KÍF, og her er favoritt-leikluturin eins greiður. KÍF fer í verandi útgávu neyvan at hótta garvaðu Mjølnir-kvinnurnar, sum uttan iva ætla sær at leggja nógv fyri komandi mánaðirnar í royndunum at vinna TB aftur.

SÍ á Kambsdali
Hjá monnunum verður spenningurin á Kambsdali, har ÍF tekur ímóti SÍ. Sørvingarnir hava aftur í ár roynt at toyggja seg upp móti tindunum, og tó at hetta ikki er eydnast heilt enn, so er liðið ikki heilt afturúrsiglt.
Bara trý stig eru upp til ÍF á fremsta sessinum, og tí kann ein sigur her gera, at støðan í oddinum gerst heilt spent. Og fyri sørvingar man tað eisini vera ein eyka motivatión, at tað júst var í hesum dystinum, at teir í grundspælinum kendu seg væl og virðiliga snýttar av dómarunum til dystin. Tann umberingin heldur neyvan tvær ferðir á rað, so tað er nú, at SÍ skal prógva, at teir veruliga kunnu gera seg galdandi.
Hin dysturin í mansdeildini verður í Klaksvík, har Fleyr kemur á vitjan. Fyri nøkrum árum síðani ? og tey eru nógv eftirhondini ? var hetta ein av heilt stóru dystunum í FM-kappingini, men Fleyr er ikki longur tað, sum teir hava verið, og tí er einki at ivast í, at talan verður um eitt slag av avgreiðsluspurningi hjá heimaliðnum, sum í tilsvarandi dystinum í grundspælinum nýtti høvið til at geva fleiri av ungu og óroyndu leikarunum nakað av spælitíð.