Tannlæknafelagið hevði aðalfund fríggjadagin hin 21 september.
Halla við Høgadalsá er afturvald, meðan Oddmar Færø og Eydna Poulsen eru nývald í nevndini. Oddmar og Eydna koma fyri Eirik Hofgaard og Unn Jakobsen, sum ikki ynsktu afturval.
Nevndin hevur skipað seg við Oddmari Færø sum formanni, Eydnu Poulsen sum skrivara og Hallu við Høgadalsá sum kassameistara.
Í Tannlækanfelagnum er tilsamans 45 limir.
Hesum boðar felagið frá í skrivi í kvøld.