Sjálvt um HB hevði eina 2-0 leiðslu tíðliga í dystinum, so dugdi HB-venjarin, Oddbjørn Joensen at foreina seg við tað eina stigið. Eisini sæð í ljósinum av, at einki av hinum liðunum í effodeildini nærkaðist HB, og at munurin niður til KÍ framvegis er sjey stig.
Róaldur Jakobsen hjá B36 var hinvegin ikki so nøgdur við tað eina stigið. Ikki minst sæð í ljósinum av, at B36 kom á odda 3-2, tá bert seks minuttir vóru eftir av tí vanligu leiktíðini.
Undir greinini ber til at hoyra eitt ljóðbrot við prátunum, sum Tróndur Arge gjørdi við Róald Jakobsen og Oddbjørn Joensen beint aftaná dystin.