Oddbjørn: Heini Vatnsdal á landsliðið

Aftaná oddadystin í effodeildini millum HB og Víking í Gundadali, sum HB vann 3-0, prátaði Tróndur Arge við venjararnar Jógvan Martin Olsen og Oddbjørn Joensen.

 

Oddbjørn var sera fegin um tað avrikið hjá sínum monnum, og hann hevði serligan hug at draga fram Heina Vatnsdal, sum Oddbjørn heldur eigur at nærkast einari landsliðsúttøku.

 

Jógvan Martin Olsen var vónbrotin, men hann er ivaleysur í, at Víkingur fer at koma sterkt aftur komandi umfar hósdagin.

 

Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Oddbjørn Joensen og Jógvan Martin Olsen í ljóðbrotinum undir greinini.