ODDAGREN: Samgongan ætlar at bróta stýrisskipanarlógina

Tað má vera mangur maður, ið lítir aftur á sjeytiárini og fyri sovítt eisini áttatiárini, tá Tjvfl proklameraði blokkstuðulsskipanina sum eitt stórt framstig á sjálvstýrisleið.

 

Tað er beinleiðis ósatt, tá núverandi samgonga roynir at fyrigykla fólki, at tað ongan veg hevur gingið við yvirtøkum. Tað er ein beinleiðis niðurgering av teimum monnum, ið hava rátt fyri borgum á hesum landi tey seinastu nógvu árini. Hvør minnist ikki samgonguna við Atla Dam, Finnboga Ísakson, D P Danielsen og Petur Reinert sála á odda, ið sat frá 1974 ? 1978 og ivaleyst var tann samgongan ið hevur tikið okkum mest fram á sjálvbjargnisleið?


At hendan samgongan onga yvirtøka hevur framt í hesum valskeiði og hevur hækkað blokkin við prístalinum, eigur man ikki at lasta hvørki undanfarnar ella komandi samgongur fyri.


Flogvøllurin skuldi yvirtakast, men sjálvt tað málið megnaði núverandi samgonga ikki at loysa. Nú vil man fyri at kompensera fyri tað koma við einari 10 ára plan, ið flott og elegant loypur Stýrisskipanarlógina um og eisini yvirsær tað faktum, at tað eru tey, ið eru 10 ára gomul í dag, sum skulu siga hvar skápið skal standa um tvey valskeið.


Ein av orsøkunum til at vit hava val 4 hvørt ár er, at veljaraskarin ikki er tann sami. Veljaraskarin hevur eisini ? og hettar tykist samgongan hava gloymt - tað privilegium í einum demokratiskum samfelagi at broyta meining, skifta flokk o.s.fr.


Stýrisskipanarlógin var millum annað gjørd fyri at forða slíkt sum hendan samongan royn-ir í dag. Stýriskipanarlógin heimilar ikki bindandi fólkaatkvøður, og tí krevur ein slík atkvøða eina broyting í Stýrisskipanarlógini, ið má fremjast av tveimum Løgtingum. Hvat sigur Lógardeildin í Tinganesi? Hvat sigur Løgtingsformaðurin? Hvat fer Løgtingsins Umboðsmaður at siga? Alt hettar fáa vit vónandi svar uppá í næstu framtíð.


Hendan samgongan kundi tað sama lagt út til eina fólkaatkvøða at minka skattin við 2% um árið tey næstu 20 árini. Hví ikki eisini leggja eina samferðsluætlan út til fólkaatkvøðu, ið definerar, nær øll berghol skulu gerast tey næstu 12 árini?


Einki forðar fyri at fremja yvirtøkur undir heimastýrislógini, og eingin yvirtøka er nakrantíð tikin aftur av dønum. Allir flokkar á tingi hava sagt seg vilja fremja yvirtøkur undir heimastýrislógini ? eisini Sambandsflokkurin. Tað ódemokratiska er, at hendan samgongan, ið einki hevur fingið á skaftið á sjálvstýrisleið, skal taka rættin frá komandi ættarliðum av politikarum og komandi veljarum at yvirtaka eftir førimuni og umstøðum.