Danski tjóðbankin kom við eini greining í síðstu viku, har tey meta vánirnar fyri danska búskapin at verða ljósari, enn áður væntað.
Tjóðbankin metir, at bruttotjóðarúrtøkan fer at vaksa 3,8 prosent. Í juni varð vøksturin mettur at vera 3,3 prosent. Bruttotjóðarúrtøkan er lyklatal, sum sigur okkum nakað um støddina á landsins búskapi.
Eisini okkara heimliga búskaparráð kom við síni heystfrágreiðing fyrr í mánaðinum. Har verður sagt sum yvirskrift, at »skjóta normaliseringin talar fyri størri avlopum«. Víst varð á, at koronustoyturin hevði væl minni negativar avleiðingar fyri føroyska búskapin, enn áður mett, og at normaliseringin er gingin skjótari. Tí er metingin av bruttotjóðarúrtøkuni fyri 2020 og 2021 tillagað samsvarandi.
– Í vár var vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í leypandi prísum mettur til 4,6 prosent fyri árið 2021, men nú er metingin 7,9 prosent. At føroyski búskapurin er komin skjótt fyri seg talar fyri størri avlopum á fíggjarlógini, heldur Búsksparráðið.
Víst verður á, at hallið á fíggjarlógini er mett at verða 300 milliónir krónur í 2021 og 200 milliónir krónur í 2022. Tað er ikki haldførur fíggjarpolitikkur, at almennu kassarnir í eini búskaparstøðu við nærum ongum arbeiðsloysi og stórum inntøkuvøkstri, ikki hava avlop, heldur Búskaparráðið. Í Játtanarkørmunum fyri 2022 væntaði landsstýrið, at tað fór at vera hall á fíggjarlógini fyri 2022 og eitt lítið avlop í 2023.
Tilmælið frá Búskaparráðnum er púra greit, at landskassin átti at havt í minsta lagi 150 milliónir krónur í yvirskoti í 2022. Tað er 350 milliónir meira, enn ætlaða hallið hjá landsstýrinum upp á 200 milliónir. Spenn- andi verður at frætta, um landsstýrið fer at taka tilmælið frá nýggja ráð sínum fyri fult.