Oddagrein: Ymisk signal

Signalfløggini í marknaðarpolitikkinum eru so smátt við at verða skift og røringur er við at koma í ES politikkin. Heilt síðan Danmark gjørdist limur í Felagsmarknaðinum, sum ES tá nevndist, hevur ein stórur meiriluti á løgtingi verið ímóti føroyskum limaskapi. Hugburðurin hevur verið neiligur og hesin hugburður er so eisini ein orsøkin til, at vit bert hava eina handilsavtalu við ES, meðan okkara kappingarneytar hava avtalur, ið geva møguleikar fyri breiðum samstarvi á øllum økjum. Við tíðini er hugburðurin broyttur eitt nú við, at okkara granskingar- og útbúgvingarumhvørvi kennir seg stongt úti frá einum sera mennandi og gevandi samstarvi, einum samstarvi, sum hópur av londum uttan fyri ES sleppa at taka lut í.

 

Seinastu árini hevur ein ávís hugburðsbroyting gjørt seg galdandi, og vit hava fingið tvær serfrøðingafrágreiðingar við greiningum og tilmælum um eitt framtíðar føroyskt tilknýti til ES. Meira er ikki hent uttan, at tað eydnaðist løgmanni undir seinastu samgongu at fáa ES at góðtaka Føroyar sum samstarvspartnara innan granskingarsamstarv. Eftir stendur samstarvið innan útbúgvingarøkið, og í skrivandi stund vita vit ikki, hvørja lagnu hetta mál fær. Samstundis má ásannast, at undanfarna landsstýri vísti ógreið signalfløgg, eftirsum hon uttanríkispolitiskt legði alla orku í EFTA limaskapin. Tað hevur ikki verið greitt fyri almenninginum, hvørjir fyrimunirnir við møguligum EFTA limaskapi eru, tí eitt nýtt EFTA land fær ikki av sær sjálvum somu ES fyrimunir sum ”gomlu” EFTA londini. Verandi landsstýrissamgonga hevur boðað frá nýggjari marknaðarpolitiskari kós í ES málinum, samstundis, sum samgongan fegnast um, at tað nú tykist sum gongd er við at koma á EFTA málið.

 

Her veittra sostatt ymisk signalfløgg, ið geva andstøðuni høvi at finnast at marknaðarpolitikkinum. Edmund Joensen fyrrverandi løgmaður, setur fingurin á eyma punktið hjá landsstýrinum. Hann fegnast um nýggja europapolitikkin, samstundis sum hann finst at strategiini. Sambært Edmundi eiga vit at nýta ”danska kortið” sum atgongumerki, meðan landsstýrið tykist vilja vinna okkum nærri tilknýti til ES uttan danska hjálp. Hetta er vorðið eitt klassiskt dilemma hjá einum landsstýri við tjóðskaparligari yvirvág. Søtur er sjálvgivin biti, men hinvegin hevur Edmund kanska rætt í, at tað fer at at ganga skjótari við danskari hjálp. Landsstýrið má nú heysa greiðari signalfløgg. Fólk og vinna hava krav uppá at fáa at vita, hvat samgongan ætlar. Ætlar hon EBS avtalu gjøgnum bakdyrnar hjá EFTA, ella ætlar hon limaskap, sum okkurt kundi bent á, ella droymir hon um eitthvørt heilt triðja, sum enn ikki er greitt. Vit hava ikki ráð at bíða leingi afturat eftir hesari avgerð, tí sum øllum kunnugt, tekur tað ár at koma fram til eitt nýtt ES tilknýti uttan mun til form ella innihald.

----------------

Sosialurin